Dómarin heldur føðingardag í Parkini

Tað verður rumenski Radu Petrescu, sum verður 23. maður á vøllinum í Keypmannahavn í kvøld

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl í Parkini. DBU hevur langt síðani boðað frá, at øll atgongumerki eru seld. Tað vera 35 túsund áskoðarar, og av teimum eru fleiri enn 2000 føroyingar, sum hava keypt atgngumerki umvegis FSF.

 

Sambært DMI vera tað umleið níggju hitastig, turt og bara eitt lítið lot av landssynningi.

 

Dómari í Keypmannahavn í kvøld verður Radu Petrescu, sum er ættaður úr Rumenia. Hann hevur føðingardag í dag. Hann var føddur 12 november í 1982 og fyllir sostatt 39 ár í dag.

 

Hann hevur verið FIFA dómari í níggju ár, og hann hevur nógvar royndir við at døma á hægsta støði. Síðsta landsdysturin, sum hann dømdi, var tá ið Spania 21. mars í ár í HM undankappingardysti vann 2-1 á útivølli ímóti Georgia. Síðani hevur hann verið fjórði dómari millum Wales og Kekkia (1-0) og Kroatia og Slovakia (2-2).