Dómari við fáum altjóða royndum dømir B36-Haverfordwest

29 ára gamli Snir Levy úr Ísrael skal døma dystin hjá B36 móti Haverfordwest í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini

Komandi hóskvøld klokkan 19 skal B36 royna at vinna sær eitt gott útgangsstøðið í tí fyrra dystinum móti Haverfordwest County úr Wales í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini.

 

Tað verður ikki tann mest altjóða royndi dómarin, ið kemur at døma dystin millum B36 og Haverfordwest á ovara vølli í Gundadali.

 

Talan verður um 29 ára gamla, Snir Levy úr Ísrael.

 

Snir Levy hevur dømt regluliga í bestu ísraelsku deildini síðani 2020. Hann hevur áður dømt tríggjar Europa Conference League undankappingardystir, men hevur annars bert dømt ungdómslandsdystir og UEFA Youth League dystir.

 

Í trimum Europa Conference League dystum hevur Snir Levy givið 16 gul kort, men einki reytt kort. So fer hann at halda hagtølini koma eini 5-6 gul kort í dystinum millum B36 og Haverfordwest.

 

B36 Tórshavn (FRO) - Haverfordwest County AFC (WAL)

Dómari: Snir Levi (ISR)

Hjálpardómari 1: Rostislav Talis (ISR)

Hjálpardómari 2: Snir Arie Weintraub (ISR)

Fjórði dómari: Shalom Ben Avraham (ISR)

UEFA dómaraeygleiðari: Nuno Alexandre Parreira de Castro (POR)

UEFA umboð: Ivan Lekov (BUL)