Dómari úr Kosovo dømir Grikkaland-Føroyar (U21)

Hósdagin klokkan 14 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst móti Grikkalandi í Tripoli

Tað hevur gingist væl hjá føroyska U21-landsliðnum, ið hevur hevur tryggjað sær sjey stig í fýra EM-undankappingardystum í bólki G. 

 

Hósdagin klokkan 14 føroyska tíð spælir føroyska U21-landsliðið móti Grikkalandi á útivølli í Tripoli.

 

Tað verður ein altjóða minni royndur kosovanskur dómari, ið verður høvuðsdómari til dystin. 

 

Mervan Bejtullahu hevur sum fyrsti dómari bert dømt ein A-landsdyst, fimm U17-landsdystir og bert tveir dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið, so tað eru ikki tað nógvu altjóða royndirnar talan er um. 

 

GRIKKALAND U21 - FØROYAR U21 | Bólkur G

Dómari: Mervan Bejtullahu KOS

Hjálpardómari 1: Fatlum Berisha KOS

Hjálpardómari 2: Granit Hyseni KOS

Fjórði dómari: Eridon Podvorica KOS

UEFA dómaraeygleiðari: Juan Antonio Fernández Marín ESP