Týski bundesligadómarin, Felix Zwayer er vorðin kendur kring alt Evropa fyri eina serliga hending, sum fór fram í bundesligadystinum millum Bayer Leverkusen og Borussia Dortmund.
Dortmund vann dystin aftaná eitt nógv umstrítt mál, sum Pierre Emerick Aubameyang skoraði í 65. minutti. Spælararnir hjá heimaliðnum, Leverkusen hildu, at frísparkið, sum Dortmund tók, sum førdi til málið bleiv tikið 4,5 metrar frá staðnum, har sum frísparkið var dømt av Felix Zwayer. Matthias Ginter tók frísparkið í skundi fyri Dortmund, og teir fingu mál burturúr støðuni.
Hóast spælararnir hjá Leverkusen mótmæltu, so vildi Felix Zwayer ikki broyta avgerðina. Roger Schmidt, venjari hjá Leverkusen var sera misnøgdur um frísparkið, sum Dortmund slapp at taka á skeivum staði, og hann mótmælti hvassliga. Hetta fekk Felix Zwayer at vísa Roger Schmidt tað reyða kortið, men venjarin hjá Leverkusen sýtti fyri at fara av vøllinum.
Felix Zwayer royndi at biða liðskiparan hjá Leverkusen, Stefan Kiessling at práta Roger Schmidt til rættis, men heldur ikki tað hjálpti.
Felix Zwayer fór tá av vøllinum, og hann og spælararnir høvdu samráðingar inni í spælaratunnelini. Aftana átta minuttir bleiv loksins semja, og venjarin hjá Leverkusen, Roger Schmidt valdi at fara av vøllinum, og seta seg millum áskoðararnar.
Aftaná dystin valdi Roger Schmidt at koma við einari umbering til Felix Zwayer. Eisini í Týsklandi er tað dýrt at siga nakað skeivt ella býtt um dómarar.