Dómari bað Trump tiga um neyðtøkumál

Dómarin í neyðtøkumálinum ímóti Donald Trump, sum í dag á øðrum degi í New York gav Advokatunum hjá Trump boð um at siga við klient sín, at hann skal halda uppat við at umrøða málíð alment.

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin er skuldsettur fyri neyðtkøu, sum skal vera farin fram fyri næstan 30 árum síðani.

Trump sjálvur var ikki til staðar í rættarsalinum í New York í dag.

Í vitnisbásinum steig fram tann 79 ára gamla kvinnan, sum skuldsetir Trump fyri neyðtøku fyri at geva sína frágreiðing.

Tað skrivar Reuters.