Dómaraskeið hjá hondbóltinum

Dómaranevndin skipar hesa vikuna saman við Hondbóltssambandinum fyri tveimum dómaraskeiðum, fyrst í gjárkvøldið í høllini á Hálsi í Havn og so í kvøld í ítróttarhøllini á Skála.

Heili 70 fólk møttu upp til skeiðið í Havn í gjárkvøldið, har tað var fyrrverandi formaðurin í dómaranevndini, Karstin Joensen, sum greiddi frá og undirvísti.

Dentur verður lagdur á grundleggjandi hondbóltsreglur, eins og vanliga dómarapraksis. Skeiðið er bæði fyri nýggjar, komandi dómarar og tey, ið ynskja at uppfríska reglar og praksis.

Hondbóltssambandið vónar, at feløgini taka undir við átakinum og senda fólk á skeiðið, tí tørvurin á nýggjum og yngri dómarakreftum er átroðkandi.

Seinnu árini hevur ofta staðið á at fingið dómarar til allar dystirnar, men sum skilst, ber av í vetur, men allíkavæl er ætlanin at byrja kappingina eftir skránni