Stórur spenningur var í Vági, har VÍF skuldi spæla í dag. VÍF eltir Kyndil í stríðnum um at vinna seg í FM-finaluna, og útidysturin móti VB er ein lykladystur í hesum stríðnum.
Men nú stendur greitt, at tær gulu mugu bíða við at spæla móti VB. Ein misskiljing bar við sær, at dystarboðini ikki komu vegin fram til dómaraparið, sum skuldi døma. Dómararnir vóru til reiðar at fara við Tyrluni suður í eini roynd at rætta upp á misskiljingina, men tey bæði feløgini hildu, at tað var betur at útseta dystin, heldur enn at spæla undir somikið órógvandi umstøðum.
Tveir aðrir dystir vórðu spældir í bestu kvinnudeildini. Kyndil vitjaði á Giljanesi, og vunnu væntaða stórsigurin móti Søljuni. Og á heimavølli vann StÍF á Stjørnuni
Úrslitini
Søljan-Kyndil 10-37
Stjørnan-StÍF 26-20
Støðan
Kyndil 28 stig (18 dystir)
Neistin 27 (17)
VÍF 24 (17)
VB 19 (16)
StÍF 16 (18)
Stjørnan 8 (18)
Søljan 0 (18)










