Dómarar til Wacken Metal Battle kunngjørdir

Upp Við Hornunum, ið skipa fyri føroysku útgávuni av Wacken Metal Battle hava kunngjørt dómararnar.

 

Upp Við Hornunum, ið skipa fyri føroysku útgávuni av Wacken Metal Battle hava kunngjørt dómararnar.

Tað verður ein sera royndur føroyskur tungmálmstónleikari, ið stendur fyri føroyska íkastinum í dómarabólkinum. Kári Streymoy fyrrverandi trummari í Týr og Wolfgang hevur játta, at døma millum teir fimm bólkarnar, ið skulu kappast um at umboða Føroyar á Wacken Metal Battle í Týsklandi í summar.

Hinir dómararnir eru Kasper Molin, frá Livescenen, og Wacken Metal Battle Danmark. Jon Roger Pettersen, frá Wacken Metal Battle Noreg og Jörg Düsedau frá Dragon Productions.

Seinni í kvøld verður fyrsta navnið, ið skal kappast kunngjørt.