Dómarar settir til steypafinalurnar

FSF hevur nú kunngjørt hvørjir dómarar skulu leiða steypafinalurnar 2015.

Fríggja- og leygardagin 28. og 29. august verða steypafinalurnar í føroyskum fótbólti. Finaludagarnir enda sum vera man við finaluni um Løgmanssteypið, sum verður leygarkvøldið kl.19.45.


Tað er nú greitt, at Eiler Rasmussen skal døma finaluna ímillum NSÍ og Víking. Hjálpardómarar hansara vera Regin Egholm og Vinjard Dam, meðan Alex Troleis verður 4. dómari.


Kvinnufinalan, sum verður leygardagin kl.15.45 ímillum KÍ og EBS/Skála, verður dømd av Bent Tommy Linklett, sum hevur Dia Lamhauge og Boga E. Hansen afturat sær sum hjálpardómarar og Odu W. Andreasen sum 4. dómara.


Skráin fyri allar steypafinalurnar sæst HER.