Dómarakreppan heldur fram: Avlýst í Vági

Dystirnir, sum skuldu verða í Vági um vikuskiftið, eru avlýstir, tí ongin dómari er tøkur

Tað er dómarakreppa føroyskum hondbólti. Mangan skulu nógvar snildir til fyri at fáa dómarakabalina at ganga upp. Hetta vikuskiftið gekk tó ikki longur.

 

Ongin dómarin er tøkur til kvinnudystin millum VB og Stjørnuna, sum skuldi verða í dag, og dystin millum VB og Kyndil, sum skuldi verða í morgin.

 

-  Vit hava ongan dómara tøkan, sum kann fara suður at døma, so dysturin er avlýstur, sigur Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, samskipari í Dómarafelagnum.

 

Undan hesum kappingarárinum hevur nógv kjak verið rundan um dómarastøðuni í føroyskum hondbólti. Teir gerast bara færri og færri, og tí eru slíkar støður sum hendan væntandi.

 

-  Vit vistu at hetta kundi henda við tí dómarastøðu vit eru í. Tað boðaðu vit eisini frá undan kappingarbyrjan, sigur Thomas Juul víðari.

 

Sum skilst, so eru tey alt annað enn fegin í Vági um støðuna. Hetta er ikki fyrstu ferð, at VB liggur eftirá, tá dómaratelvingin er komin á mál.