Dollin: Havnarmaðurin, sum skapti heimssøgu

- við at koppa harðræðið hjá Leopold II kongi í Congo. Í kvøld kl. 19 verður framløga av bókini um Dollan á Hotel Hafnia, har Dupultkvartettin í Ebenezer og Tvey av Kamarinum luttaka.

Óli Jacobsen fer at greiða frá Daniel Jacob Danielsen, sum var trúboðari í Congo 1901-1903.

Um hesa tíðina varð Congo stýrt sum persónlig ogn hjá belgiska konginum Leopold II. Har var eitt ræðustýri av teimum ringastu, sum søgan veit um.

Í 1903 sendi bretska stjórnin sín konsul í Congo, Roger Casement, á eina ferð eftir Congoánni at kanna hesi viðurskifti. Til endamálið leigaði hann eitt skip, har Dollin gjørdist skipari, maskinmeistari og eisini hjálparmaður hjá Casement.

Tá frágreiðingar frá hesi ferðini komu fram í Bretlandi í 1903 elvdu tær til eina fólkarørslu, sum breiddi seg um alt Bretland og haraftrat USA. Stovnaður varð í 1904 felagsskapurin Congo Reform Association, ið sum frá leið legði eitt slíkt trýst á kong Leopold og belgisku myndugleikarnar, at kongurin mátti lata Congo frá sær til belgisku stjórnina í 1908. Hetta merkti, at viðurskiftini batnaðu hjá fólkinum.

Tað áhugaverda fyri føroyingar er, at Dollin umframt at hava havt ein lyklaleiklut í sjálvari ferðini hjá Casement, var tann, sum byrjaði hesa fólkarørslu, og hann var ein fortreyt fyri nevnda felagsskap, sum fær heiðurin fyri at hava koppað Leopold kongi í Congo.

Hetta er ein ókend søga um ein føroying, sum var við til at skapa heimssøgu.

Bókin er um 200 síður, og vanligi útsøluprísurin verður kr. 200. Bókin verður send limum í bókaringinum hjá Leirkerinum.