Dollarin trýstir eisini upsaprísin

- At bæði dollarin og brasilski realurin eru minkaðir í virði, hevur negativan týdning fyri føroyskar útflytarar, sigur Vinnuhúsið

Fiskaprísir

Herfyri vísti Vinnuhúsið á, at hýsuprísurin er nógv fallin, tí dollarin er fallin í virði.
Men tað er ikki bara hýsan, ið hevur tað trupult, nú virðið á
dollaranum er minkað. Upsin hevur eisini sítt at stríðast við.
Vinnuhúsið sigur, at londini, sum keypa saltaðan upsa, eru øll meira ella minni tengd at dollaranum, eitt nú Brasilia, Jamaika, Meksiko og Puerto Rico.

Tvífaldur "virkningur"

- Tá ið dollarin fellur 20%, fellur prísurin í krónum til føroyska
útflytaran fyri hendan fisk eisini 20%. Brasilski realurin er haraftrat minkaður nógv í mun til dollaran. Hetta gevur so aftur tvífaldan "virkning" - tann skeiva vegin - fyri føroyskar útflytarar.
Eins og við hýsuni, er upsaprísurin á marknaðinum eisini lækkaður.

Minni keypiorka

Vinnuhúsið sigur, at í Brasilia innflyta tey eini 12.000-15.000 tons av saltaðum upsa um árið.
- Aftrat fallinum í gjaldoyranum, er keypiorkan í Brasilia eisini
minkað. So, tilsamans hava hesi viðurskifti lagt hart trýst á upsaprísin.
Vinnuhúsið vísir á, at marknaðarstøðan er tann sama í londunum í Caribiska havinum og í Miðamerika.