Vinnuráðið hjá donsku fakfelagsrørsluni roknar við, at tað stóra fallið á amerikanska dollaranum fer at halda fram í ár, og at tað fer at kosta dønum nógv túsund arbeiðspláss.
Sum gongdin nú er, roknar vinnuráðið við, at dollarafallið fer at gera enda á 74.000 donskum arbeiðsplássum í hesum árinum. Heldur dollaravirðið sær á tí støðið, sum tað er nú, fara 36.000 arbeiðspláss at hvørva í ár og 10.000 afturat næsta ár. Samstundis sigur vinnuráðið, at í 2003 kostaði fallið á dollaranum 28.000 donsk arbeiðspláss.
Virðið á donsku krónuni er tengt at evruni, so tá dollarin fellur í virði samanborið við evruna, fellur hann eisini samanborið við donsku krónuna. Hetta kemur donskum ferðandi í USA væl við, men tað gagnar harafturímóti ikki vinnulívinum. Tí tá tær donsku vørurnar dýrka, hava amerikanararnir sum vera man minni hug at keypa danskar vørur, skrivar Ritzau.