Ritgerðin, "The Faroe Current", viðger rákið av heitum Atlantssjógvi, sum fer eystureftir millum Ísland og Føroyar. Hesin streymur heldir okkara havleiðum lýggjum og er eisini við til at verma Norskahavið og høvini norðan fyri tað.
Ritgerðin byggir á 4 greinir, sum eru komnar ella eru í ferð við at koma út í millumtjóða (peer-reviewed) tíðarritum og á eitt óútgivið handrit.
Arbeiðið er gjørt sum liður í verkætlanini "Vestnordisk Program for Oceanklimaforskning", sum verður fíggjað av Norðurlandaráðnum, og tað mesta av arbeiðnum er gjørt á Fiskirannsóknarstovuni. Vegleiðarar hava verið Peter Haugan professari við universitetið í Bergen og Bogi Hansen á Fiskirannsóknarstovuni. Teir báðir opponentarnir, Peter Rhines, professari á University of Seattle og Thomas Rossby, professari á University of Rhode Island vóru væl nøgdir við ritgerðina og verjuna og samdir um at lata Hjálmari Hátún Dr. Scient. heitið.