Tað eru alsamt fleiri hús í landinum, sum standa tóm. Tað er ein niðurstøða á aðalfundinum hjá Kommunufelagnim fríggjadagin. Tað er serliga á bygdunum uttan fyri miðstaðarøkið, at hús standa tóm. Her er talan um hús, ið ikki eru tøk til langtíðar leigu, og sum tískil eru at meta sum frítíðarhús. Eigarar eru ofta fólk, ið ikki búgva í kommununi, og sum sostatt heldur ikki rinda skatt har.
Tøl vísa, at næstan 15 prosent av sethúsunum uttanfyri Tórshavnar kommunu, standa tóm. Í smáu kommununum standa vanliga ímillum 30 prosent og 50 prosent av húsunum, tóm. Í Suðuroy er fimta hvørt hús tómt, og í Sandoy er næstan triðjahvørt hús, tómt.
Fyrr var tað soleiðis, at tey flestu húsini, sum stóðu tóm, vóru ogn hjá fólki, sum vóru flutt burtur, ella sum vóru uppvaksin á staðnum, og sum síðani høvdu arvað tey. Í flestu førum vóru eigararnir sostatt fólk við tilknýti til bygdina. Tey vóru ein partur av felagslívinum, og vóru við til at halda bygdini uppi, hóast tey ikki vóru fastbúgvandi.
Men hesi seinnu árini er støðan brott, tí nú verða nógv hús í smærru bygdunum seld til frítíðarhús, og ofta er endamálið at leiga tey út til ferðafólk ein part av árinum. Tøl frá Hagstovuni vísa, at sølan av húsum í smærru bygdunum er støðugt vaksandi – og hesi seinastu árini er hon meiri enn tvífaldað. Ein orsøk er, at folk flyta til størri pláss og gongdin hevur havt við sær, at serliga smærru bygdirnar eru at kalla summarhúsbygdir burtur av.
– Gongdin fer helst at halda fram, og helst fara fleiri bygdir at avtoftast hesi næstu árini, er dapra metingin hjá Kommunufelagnum. Tey halda, at tískil er tað uppgávan hjá myndugleikunum at tryggja, at tey tómu húsini ikki gerast ein vaksandi eykakostnaður fyri ávísar kommunur.
– At sethús standa tóm í einari bygd er ikki ein trupulleiki í sær sjálvum, sigur Kommunufelagið. Men er tað ein lutfalsliga stórur partur av sethúsunum, sum stendur tómur, skal kommunan rinda ein kostnað til vatn, kloakk, og annað, sum er væl størri enn tað, sum tað kostar at rinda fyri tey fastbúgvandi.
Tí seta tey, enn einaferð, ynskið fram um at fáa loyvi at leggja eitt tænastugjald á tóm hús í bygdum, har nógv hús standa tóm. Eitt mark kundi verið, at stendur minst fimtahvørt hús tómt, kann kommunan leggja tænastugjald á tey.
Men tey leggja dent á, at tað er talið á tómum húsum í teimum einstøku bygdunum, ið er avgerandi, og ikki talið av tómum húsum í allari kommununi. Tað vil siga, at eru tríggjar bygdir í eini kommunu, og talið á tómum húsum er omanfyri markið í tveimum av bygdunum, fær kommunan heimild at áleggja tænastugjald á tey tómu húsini í í teimum báðum bygdunum.
Tann lættasta loysnin er, at kommunurnar fáa heimild át áleggja tænastugjald innanfyri eitt hámark, sum Løgtingið ásetur, sigur Kommunufelagið.