Fyrrverandi Premier League dómarin, Graham Poll, sum hevur eina klummu í bretska blaðnum Dailymail skrivar í vikuni, at hann aldrin hevur sæð so vánaliga døming fyrr, sum í jóla- og nýggjársdystunum.
- Tað tykist líka mikið hvør dømir hvønn dyst fyri tíðina. Um dómararnir vóru venjarar, so høvdu teir havt mist sítt arbeiði, sigur Graham Poll í hvassari viðmerking.
Hann vísir eisini á fleiri av støðunum, har hann heldur at dómararnir hava gjørt sjónligar feilir.
- Liverpool skuldi ikki fingið fyrra brotssparkið móti Leicester
- Robert Green(QPR) skuldi fingið reytt kort móti Swansea, tá hann brúkti hondina uttanfyri brotssteigin
- Hull skuldi fingið brotsspark, tá Gareth Barry(Everton) feldi Abel Hernandez innanfyri brotsteigarmarkið. Dómarin dømdi fríspark
- Stoke átti brotsspark móti Manchester United, tá Chris Smalling brúkti hondina
- Cesc Fabregas(Chelsea) átti brotsspark, tá hann bleiv feldur móti Southampton, men endaði við at fáa gult fyri at tveita seg
- Papiss Cisse(Newcastle) skuldi verið útvístur móti Everton, tá hann rendi albogan í høvdið á Seamus Coleman
Graham Poll heldur ikki, at Mike Riley er rætti maðurin at áseta dómarar til Premier League. Hann heldur hinvegin, at ein annar fyrrverandi dómari skuldi verið oddamaður fyri fulttíðar dómararnar, nevniliga navnframi Howard Webb.