– Tað er vandamikið, tá ið fólk skapa ein veruleika, sum einki hevur við vit og skil at gera. Men tað er akkurát hetta fólk gera, tá ið tey tosa við Jesus og billa børnum inn, at tey skulu gera tað sama
Tað sigur William Smith, rithøvundur, í nýggju skaldsøguni »Hinumegin garðin«. Hann lýsir barnaárini í Vági í 1950unum, har serliga sunnudagsskúlalærarin ger lívið hjá smádronginum til ein ævigan bardaga at sleppa undan fortapilsi.
Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm greiða frá innihaldinum í VikuskiftisSosialinum, sum fæst í blaðbúðunum í landið og altíð á www.sos.fo