Dømdur fyri óviljað manndráp

Oscar Pistorius, eisini kendur sum Blade Runner, er dømdur fyri at hava dripið unnustu síni Reeva Steenkamp.

Oscar Pistorius, eisini kendur sum Blade Runner, varð í dag dømdur fyri at hava drpið unnustu sína, Reeva Steenkamp. Dómarin staðfesti tó, at talan er um óviljað manndráp og ikki um morð.

 

Óviljað manndráp hevur eina revsirammu upp til 15 ár í Suður-Afrika, men revsingin verður ikki kunngjørd fyrr enn 13. oktobur.

 

Verjin hjá Oscar Pistorious bað um, at tann dømdi varð leyslatin móti kautión, og vísti til, at dømdi eisini varð leyslatin móti kautión, meðan hann var skuldsettur fyri morð, ið er ein nógv álvarsamari ákæra.

 

Ákærin vildi hava dómarin at vísa ynski verjans aftur, og vísti millum annað á, at hin dømdi hevur selt fleiri av ognum sínum í seinastuni, og ákærin var tí bangin fyri, at Oscar Pistorius ætlaði sær at rýma av landinum.

 

Dómarin valdi tó at eftirlíka ynski verjans, og Oscar Pistorius var tí leyslatin móti kautión.

 

Tað var 14. februar 2013 at Oscar Pistorius skeyt fýra skot gjøgnum baðirúmshurðina í heimi sínum. Unnustan Reeva Steenkamp, ið var inni í baðirúminum, doyði av løstunum. Ákærin vildi vera við, at Oscar Pistorius drap unnustuna í øvundsjúki, meðan tann nú dømdi vardi seg við, at hann helt innbrotstjóvar vóru á veg inn í húsið.

 

Oscar Pistorious gjørdist heimskendur, tá hann tók lut í rennikappingunum í OL í London 2012, hóast hann eingi bein hevur. Oscar Pistorius nýtir protesur at renna við, og tað eru hesar, ið hava givið honum eyknevni Blade Runner.