Dømdur fyri manndráp av ósketni

Førarin av bilinum, sum 14. juni 2014 rendi á ein súklist í Kollafjarðartunlinum, varð í Føroya rætti í gjár dømdur fyri manndráp av ósketni og brot á ferðslulógina, veit Kringvarp Føroya at siga. Maðurin á súkkluni doyði av løstunum.

 

Sambært Kringvarpinum kom Føroya rættur til ta niðurstøðu, at bilførarin, ein 72 ára gamal maður, átti at hava sæð mannin á súkklu, ið var í endurskinsvesti. Hóast tað varð ført fram, at maðurin súkklaði nakað úti á vegnum, meinti Føroya rættur ikki, at hetta var uttan fyri tað, sum kann væntast av einum á súkklu.

 

Revsingin var ein bót á 6.000 krónur og treytað frádøming av koyrikortinum í trý ár.