Dømdur fyri harðskap móti damuni

Ein maður varð í dag dømdur fýra mánaðir fongsulsrevsing fyri harðskap móti damuni og dóttur hennara

Tað var stutt undan jólum, at løgreglan varð boðsend til eina íbúð í Havnini. Ein ung kvinna meldaði sambúgvan hjá mammuni fyri harðskap móti sær og mammuni.

 

Hetta kvøldið hevði unga kvinnan valt at stilla mannin til svars fyri eina hending fyrr í vetur. Tá skal maðurin í illsinni hava skumpað mammuna so hart, at hon fór sendandi í leysari luft tvørtur gjøgnum stovuna og inn í kommoduna, sum stóð í gongini.

 

Unga kvinnan er uppøst, tá hon spyr mannin um hetta, og tey fara at skeldast. Endin er at hon slær hann, meðan hann skumpar hana harðliga frá sær. Seinni tekur hann kvørkratak um gentuna og ber hana yvir móti trappuni.

 

Hann sleppir tó takinum og tá ringir unga kvinnan til løgregluna.

 

Í avhoyri hetta kvøldið og nakrar dagar seinni, greiðir mamman frá, at maðurin í longri tíð hevur verið harðligur móti henni. Hann hevur ferð eftir ferð skumpað hana móti veggum, hurðum og borðum, alt meðan hann sjálvur reypar av, at hann ongantíð hevur sligið eitt konufólk. Aðrar ferðir hevur hann lyft hana upp og ripað hana tvørtur gjøgnum rúm ella oman yvir benkur.

 

Tá rættarmálið nærkaðist, vildi kvinnan ikki longur kennast við søgurnar, hon hevði fortalt løgregluni, og vildi hon einans vitna í málinum, um tað var manninum til fyrimuns. Soleiðis riggar rættarskipanin ikki, minti dómarin hana á. Velur tú at vitna, mást tú svarað satt upp á allar spurningar, sum verða settir, ikki einans teimum, sum hóvar tær.

 

Hóast kvinnan nú ikki vildi váttað søgurnar, hon hevði fortalt løgregluni fyrr, bað ákæruvaldið dómaran um at leggja vekt á upprunaligu frágreiðingarnar frá løgregluni, læknakanningar og frágreiðing frá vitnum.

 

Maðurin hevur ein treytaðan dóm frá 2013 og ákæruvaldið metti tí, at samlaða revsingin skuldi vera fimm mánaðir fongsulsrevsing.

 

Verjin helt, at dómarin skuldi taka orð kvinnurnar til eftirtektar, har hon trekti aftur flestu av ákærunum. Eisini vísti verjin á, at tað var dóttir kvinnuna, sum hevði sligið fyrst og at maðurin tí einans hevði vart seg.

 

Dómarin metti tó, at maðurin var sekur í ákærunum og gav honum fýra mánaðar fongsulsrevsing.