Døma heimsins bestu fimleikarar

Elna Johannesen og Beinta Danielsen skulu vera dómarar í altjóða fimleikakapping í Finnlandi um vikuskiftið.

Elna Johannesen og Beinta Danielsen eru um dagarnar í Tampere í Finnlandi, har tær skulu vera dómarar í World Cup finaluni í estetiskum fimleiki, sum verður leygardagin og sunnudagin.

 

- Vit hava verið altjóða dómarar í níggju ár, og hava javnan dømt altjóða kappingar, sigur Elna Johannesen. Hon sigur, at tað er sera spennandi at vera partur av altjóða dómarahópinum.

 

- Vit møta millum annað fyrrverandi fimleikaum, sum hava verið heimsmeistarar, so tað er ikki eiti á selskap, vit eru í, sigur hon.

 

 - World Cup er ein týðandi og stór kapping við 35 liðum úr øllum heiminum. Finalan er tann seinasta av fýra kappingum, og her verða steypavinnararnir funnir, sigur hon.

 

- Tað er altíð ein stór avbjóðing at døma tílíkar kappingar, tí tað eru heimsins bestu fimleikarar vit døma, sigur Elna Johannesen.

 

Eitt føroyskt lið luttekur eisini, og er tað kvinnuliðið hjá Havnar fimleikafelag. Tey luttóku eisini í World Cup kappingini í Sofia í mars og sambært Elnu Johannesen hevur tað gingið væl hjá teimum.

- Tað er besta úrslit, nakað føroyskt lið hevur fingið í eini altjóða kapping, sigur hon.

  

Í juni verður HM í estetiskum fimleiki í Føroyum. Men hvør er munurin millum World Cup og HM?

- Munurin millum World Cup og HM er at World Cup er ein steypakapping, samansett av fýra kappinum, meðan tað í Føroyum verður heimsmeistarakappingin. Tað verða tó í stóran mun tey somu liðini, sum luttaka í Føroyum, sum eru við í Tampere um vikuskiftið, sigur Elna Johannesen.