Ódnin Mangkhut nærkast Hong Kong

Minst 14 eru deyð í Filipsoyggjum

Alt bendir á, at tropiska ódnin Mangkhut fer at raka sunnara partin av Kina í morgin. Í kinesiska milliónbýnum Hong Kong eru fólk klár og fyrireikað til vitjanina av Mangkhut, sum verður ein av kraftigastu ódnunum nakrantíð í býnum.

 

Ódnir herja ofta í Ásia, og tí vita fólk væl, hvussu tey skulu fyrihalda seg til óveðrið. Fólk skulu halda seg innandura, og tað mesta av býnum er lukkað. M.a. er flogvøllurin í Hong Kong lukkaður, sum er millum størstu flogvallir í Ásia.

 

Tó fer ódnin mest sannlíkt at kosta fleiri fólkum lívið í morgin, metir tíðindaberi í Ásia hjá Danmark Radio. 

 

Les eisini: Tropiska ódnin Mankhut rívur tekjur á Filippinunum

 

Tropiska ódnin Mangkhut hevur herjað í norðara partinum av Filipsoyggjum í nátt. Ódnin hevur kravt minst 14 mannalív, hava filipinsku myndugleikarnir boðað frá. Nógv regn hevur verið, óteljandi tekjur eru farnar á flog, og millum tey deyðu er ein nýføðingur. 

Í miðal 20 ferðir um árið raka melduródnir Filippinurnar. Tann ringasta seinastu árini var stóra melduródnin Haiyan í november í 2013. 7.350 fólk doyðu.