Ódnin Dagmar, sum herjaði Føroyar seinnapartin í gjár, hevur í nátt og í morgun herjað partar av Noregi og Svøríki. Í Noregi hava meiri enn 80.000 fólk mist streymin. Ein russiskur trolari, sum lá við bryggju, sakk, men manningin bjargaði sær í land.
Eins og í Føroyum fór vindferðin upp um 200 kilometrar um tíman, og Dagmar er sostatt ein tann harðasta ódnin, sum norðmenn vita um at siga.
Í Svøríki sita umleið 170.000 fólk í streymloysi, og har norðuri í landinum liggur øll tokferðsla still orsakað av ódnarveðrinum.
Hóast Dagmar hevur gjørt stóran materiellan skaða, er einki frætt um, at nakað fólk hevur fingið skaða.