Tað hevur verið av ringasta veðri í fleiri statum í landssynningspartinum av USA hesa vikuna, og sambært myndugleikunum hava í hvussu er seks fólk latið lív.
Illveðrið byrjaði í Texas týsdagin og breiddi seg haðani til statirnar Missisippi, Louisiana, Alabama, Georgia, North Carolina og South Carolina. Í gjár breiddi illveðrið seg so til Florida, har tann nógvi vindurin gjørdi stóran skaða.
Blaðið New York Times skrivar, at tað er vanligt, at illveður er í hesum partinum av USA í november, tá lýggj luft sunnaneftir og kølin luft norðaneftir møtast.