Ódnarveður um vikuskiftið

Petur Skeel, veðurfrøðingur, væntar ikki eitt blítt vikuskifti um oyggjarnar

Leygardagin verður vindur av útnyrðingi, og hann veksur vindin út á kvøldið. Tað verður turt. Sunnunáttina og sunnudagin kemur eitt djúpt látrýst við hvarvi inn yvir oyggjarnar.
- Talan er um líka djúpt látrýst sum í ódnini í 1988, sigur Petur.
Hetta gevur storm av landsynningi og í støðum upp í hvassan storm.
Hann minkar vindin eitt vet sunnudagin. Veðrið heldur fram mánadagin við nógvum vindi.
Hitin leygardagin verður 3 - 6 stig. Sunnudagin verður eitt sindur lýggjari - upp til 8 stig. Mánadagin verður aftur kaldari.