Tað hevur verið av ringasta veðri í pørtum av Norðurnoregi í gjár og í dag. Nógv hús hava fingið skaða, og umleið 50 bilar fingu skaða av leysum smágróti, sum feyk í vindinum. Fólkaskaði var tó eingin. Í Hammerfest stóðu bussarnir stillir, og foreldrini fingu boð um at koma í skúlan eftir børnunum. Flogferðslan lá eisini still.
Norsku veðurmenninir siga, at veðrið verður uppaftur verri í morgin. Teir vænta einar 45 metrar um sekundið í hvirlunum. Tað fer at elva til húsaskaðar, bátar slíta og fara á land, og samferðslan verður nógv darvað.
Veðurmenninir hava eisini ávarað um vandan við ísi. Hann verður landssynningur í ættini, og um veturin er tann ættin sum oftast køld. Tí vænta veðurmenninir eini 25 kuldastig inni í landinum og umleið 10 kuldastig fram við sjónum. Tí hevur tilbúgvingin biðið bátaeigarar binda bátarnar betur, skrivar Aftenposten.