Ódnarveður í Norðurevropa

Ódnin Gudrun, sum herjaði partar av Norðurevropa um vikuskiftið, kravdi 14 mannalív í Danmark, Svøríki og Bretlandi

Gudrun stóðst av einum lágtrýsti, sum tók eg upp vestan fyri Bretsku Oyggjarnar, og sum dýptist sera skjótt.
Fríggjadagin gjørdi Gudrun um seg í Bretlandi. Í býnum Carlisle stóðu nógvar gøtur undir í sjógvi, og myndugleikarnir máttu flyta fólk burtur. Við skotsku vesturstrondina fór ein ferja hjá reiðarínum P&O Ferries á land. Hon var á veg úr Norðurírlandi til Skotlands við 43 ferðafólkum. Veðrið var so ringt, at sleipibátar sluppu ikki til skipið fyrr enn sunnudagin.
Í Bretlandi kravdi Gudrun tey fyrstu mannalívini. Í býnum Bradford í Norð-uronglandi endaði ein maður í ánni Aire, og aðrastaðni frættist,. at tvey fólk høvdu latið lív. .
Stórur skaði í Danmark
Í Danmark væntaðu veðurmenninir, at ódnarveðrið fór serliga at gera um seg í Norðurjútlandi leygardagin, men tað vísti seg kortini, at vindurin var líka nógvur at kalla um alt landið. Nógvastaðni máldu veðurstøðirnar oman fyri 30 metrar um sekundið, og í hvirlunum var vindferðin summastaðni við jútsku vesturstrondina upp í einar 45 metrar um sekundið.
Tá so nógvur vindur er vestaneftir, hækkar vatnstøðan við jútsku vesturstrondina nógv, og í Esbjerg var hon góðar tríggjar metrar oman fyri tað vanliga. Tað bilti tó ikki har, men verri var í tí tronga Limfjørðinum. Í Løgstør stóðu nógvar gøtur undir í sjógvi, so fólk máttu rýma frá húsum, og í Skive gjødi løgreglan av at flyta alt fólkið úr umleið 200 húsum, tí allar gøturnar í býlinginum stóðu undir í sjógvi.
Nógv trø fóru um koll í vindinum, og tekjur rivu, og hetta kravdi fýra mannalív. Í Odense doyði ein maður, tá eitt stórt træ datt oman yvir bil hansara, og norðan fyri Roskilde doyði ein maður, tá eit træ datt á bilin, sum hann sat í. Í Assens doyðu tveir menn, tá tekjan á einum urtagarðshúsi reiv og feyk á teir. Danska løgreglan heitti alan leygardagin á fólk um at halda seg innandura, men minni enn so øll gjørdu eftir áheitanini.
Nógvastaðni í Danmark fór streymurin, og eitt skifti høvdu næstan 50.000 húsarhald ongan streym. Tað gjørdi millum annað, at bøndur fingu ikki mjólka neytunum, og á einum høsnagarði í Jútlandi máttu tey drepa allar teir smáu høsnarungarnar, tí eingin hiti var.
Donsku tryggingarfeløgini siga, at Gudrun gjørdi skaða fyri nógvar 100 milliónir krónur.
Verri í Svøríki
Eftir at hava herjað í Danmark helt Gudrun leiðina fram til Svøríkis, har hon kravdi sjey mannalív í vestara og syðra parti av landinum. Tey flestu doyðu, tí trø duttu niður yvir bilar, ella tí at tey rendu á trø, sum vóru dottin niður á vegin. Í tí eina førinum doyði ein 91 ára gamal maður, tá hann feyk úr einum stiga.
Í Svøríki fór ódnarveðrið illa við elkervinum, og leygarkvøldið lógu meiri enn 400.000 húsarhald í streymloysi. Eingin orka var at fáa frá kjarnorkuverkinum í Barsebæck, tí myndugleikarnir gjørdu av at steingja tað, tá veðrið var upp á tað ringasta.
Í Svøríki siga tryggingarfeløgini, at Gudrun gjørdi stóran skaða. Í Skåne verður skaðin mettur til minst eina 200 milliónir krónur, og tí verður roknað við, at ódnarveðrið gjørdi skaða fyri umleið eina hálva milliard krónur í Svøríki.
Eisini aðrastaðni
Ódnarveðrið um vikuskiftið gjørdi eisini um seg í Norðurtýskandi, Pólandi, Finnlandi og Baltalondunum. Ringast var í Letlandi. Har misti helmingurin av landinum streymin, og sunnukvøldið gjørdi stjórnin av at lýsa landið í undantaksstøðu. Hildið verður, at umleið 70 prosent av øllum bóndagørðunum og fjósunum í Letlandi fingu skaða í ódnarveðrinum.
Gudrun gjørdi ikki so nógv um seg í Noregi, men í gjár boðaðu norsku veðurmenninir frá stormi. Orsøkin var eitt lágtrýst, sum lá sunnan fyri Føroyar, og sum hevði kós í ein landnyrðing. Tað fór sambært veðurmonnunum at hava storm við sær fram við vesturstrondini.