Eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landnyrðing og fer framvið beint norðan fyri Føroyar. Tilhoyrandi brúgvaløg senda regn og vind inn yvir landið og týsnáttina verður ein sterkur streymur av vestri. Týsdagin fer eitt lágtrýst í Grønlandsfjørðinum at flyta seg í ein eystan, yvir Ísland, og frá hósdegnum oman yvir Føroyar og víðari inn í Norðhavið.
Í dag
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s og skýggjað. Út á seinnapartin lækkar hann í ein sunnan og øtlar vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s.
Í kvøld hækkar hann aftur í ein vestan og útsynning og tað verður skrið ella stormur, 18 til 23 m/s, í støðum upp í hvassan storm, 25 m/s. Eitt skifti kann tað gerast ódn í hvirlunum, 33 m/s. Skýggjað og regn, tó klárar í út á kvøldið.
Út á náttina makar hann vindin sum frá líður niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður og hitin millum 6 og 10 stig. Um kvøldið andøvsgul upp í strúkur í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, og regn. Um náttina verður aftur stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, og tað klárar í, tó okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, sum út á náttina makar niður í gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, sum frá líður heglingur ella vátaslettingur. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum makar niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Skýggjað og ælaveður, møguliga heglingur ella vátaslettingur, og hitin millum 2 og 5 stig. Um náttina lot til andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur tut og tað klárar í og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum nøkur kuldastig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av norðri ella landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin um dagin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig. Í støðum verða nøkur kuldastig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, men sum frá líður øtlar hann vindin. Sólglottar, men framvegis møguleiki fyri ælaveðri, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 2 og 6 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig, í støðum nøkur kuldastig.