Ódnarveður kravt 12 mannalív í Oman

Tropiska ódnin Gomu herjaði í gjárkvøldið Oman í Persiska Flógvanum. Myndugleikarnir í Oman siga, at ódnarveðrið hevur kravt tólv mannalív, og at næstan allur høvuðsstaðurin, sum eitur Muscat, stendur undir í vatni.

Gomu er nú á veg ímóti Iran, og hóast ódnin er linkað eitt sindur, hava iransku myndugleikarnir flutt fleiri hundrað fólk burtur úr økjum, sum ætlandi fáa vitjan av Gomu seinni í dag.

Iranar vænta kortini ikki, at ódnarveðrið fer at raka landsins oljuútbúnað.