Myndugleikarnir á amerikansku statunum Kansas og Missouri kunngjørdu í gjár partar av statunum sum vanlukkuøki, eftir at ein røð av meldurhvirlum herjaðu teir báðar statirnar gjáranáttina.
Meldurhvirlurnar vóru upp í 400 metrar í tvørmát, og at kalla alt, sum fyri var, varð oyðilagt. Nógv hús fóru, og talið á deyðum kom um middagsleitið í gjár upp í 28.
Guvernørurin í Missouri, Bob Holden, sigur, at oyðileggingarnar av meldurhvirlunum eru tær ringastu, sum hann nakrantíð hevur sæð. Hann hevur lýst ein part av statinum sum vanlukkuøki, og tað sama hevur starvsbróður hansara í Kansas, Kathleen Sebelius, gjørt.
Eldri fólk í Kansas siga, at meldurhvirlurnar eru tær harðastu, sum hava rakt statin seinastu 50 árini.










