Tað var av ringasta veðri í avstralska landspartinum Queensland um vikuskiftið, tá tann tropiska ódnin ?Ului? kom inn yvir land sunnunáttina við vindferð upp í 200 kilometrar um tíman.
Myndugleikarnir høvdu sett fleiri øki í tilbúgvingarstøðu frammanundan. Kortini verður sagt frá stórum skaða nógvastaðni, og umleið 60.000 húsarhald høvdu ongan streym í gjár, skrivar Reuters.
Vindurin minkaði í gjárkvøldið, men veðurmenninir siga framvegis frá nógvum avfalli.









