Veðurmaðurin hjá Sosialinum og Rás2, Petur Sheel Jacobsen sigur frá ringasta veðri seinnapartin og í kvøld. Rás2 fer millum 15 og 17 at umrøða veðrið. Fólk kunnu ringja inn. Hósdagssendingin millum kl. 15 og 17 er sum vant aftur í dag úr Pegasus í Klaksvík, har Snorri Brend fer at hava gestir. Í dag verður so eisini studio í Miðlahúsinum knýtt at sendingini, og er tað serstakliga ringa veðrið, sum verður evnið her.
Lurtarar og fólk kring landið eru vælkomin at ringja beinleiðis til okkara á 311331 og greiða frá, hvussu veðrið er just har tey eru stødd. Um tey hava verið fyri onkrari serstakari uppliving og um tey vilja ávara onnur. Til ber eisini at senda SMS á 559999. Vit kunnu eisini ringja tykkum upp.
Rás2 fer so eisini at ringja til virki, stovnar og persónar at frætta meira um ringa veðrið. Hesi eru eisini vælkomin at ringja til okkara við tíðindum, ávaringum ol.
Gerið brúk av beinleiðis Rás2 sendingini millum kl. 15 og 17.