Ódnarveðrið rakti meint

Sunnudagin og mánadagin hevur illveður gjørt nógv um seg kring oyggjarnar. Vegir hava verið stongdir, nógvar bygdir hava mist streymin og flogferðslan hevur verið darvað

Suðuroyggin er helst tann parturin av landinum, ið hevur verið meinast raktur av ódnarveðrinum. Sunnudagin mistu fleiri bygdir í oynni streymin, og bara heilt fáar bygdir varðveittu streymin.
Vegirnir til Sandvík, Hvalba og Fámjin vóru allir stongdir mánadagin, meðan maskinur frá landsverkfrøðinginum ruddaðu vegirnar.
Harumframt mistu fleiri bygdir streymin sunnudagin. Bara heilt fáar bygdir varðveittu streymin, og millum tær vóru Sumba og Tvøroyri. Smyril avlýsti eisini túrin av Drelnesi á morgni.
Á Sandoynni vórðu tær tríggjar bygdirnar á eystursíðni avbyrgdar, tá ein á í Sandslíð leyp. Harumframt vóru fleiri vindskaðar heima á Sandi.
Fleiri aðrir vegir í Føroyum hava verið stongdir, og mánamorgunin var stórur ferðslutøppur við tunnilin við Norðskála. Røðin við bilum stóð úr tunlinum og heilt oman til rundkoyringina.
Hóast illveðrið hevur rakt meint, vóru viðurskiftini við at koma í rættlag í flestu støðum seinnapartin mánadagin.
Maersk avlýsti mánadagin allar túrar til Føroyar, og ferðafólk sleppa ikki til Føroya fyrr enn í dag, týsdagin.