Veðrið leikaði í kring stórar partar av landinum í gjár. Kortini var tað ikki tær nógvu fráboðanirnar, ið komu til løgregluna.
– Tað er ikki so nógv, sum er komið í døgnrapportina, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Hann nevnir teir báðar bussarnar, sum fuku av vegnum í gjáramorgunin. Annar á vestmannavegnum og hin á tunnilsvegnum við Norðskála, millum rundkoyringina og tunnilsmunnan. Eisini ein sjúkrabilur feyk útav vegnum í Gøtudali.
Skúlabussar útav
Bussurin, sum fór út av vestmannavegnum, varð tikin upp í gjárkvøldið, og um middagsleitið í dag fóru menn at gera eina roynd at fáa bussin á tunnilsvegnum við Norðskála upp.
Í báðum førunum var talan um skúlabussar. Bussurin á vestmannavegnum hevði koyrt skúlabørn úr Kvívík til Vestmanna, og bussurin á tunnilsvegnum við Norðskála, kom aftur av Kambsdali, har hann hevði verið við miðnámsskúla næmingum.
Tíbetur stóðst eingin mansskaði í nøkrum av teimum trimum ferðsluóhappunum. Av skaðum annars, sum løgreglan í Havn veit um, er onkur garður og okkurt stakitt, sum ikki hevur tolt nógva vindin.
Fúkandi fiskakassar
Í Suðuroy feyk eingin bilur av vegnum, men har hendi ymiskt annað. Vakthavandi í Havn greiðir frá, at fleiri fiskakassar fuku runt og gjørdu um seg har.
– Hetta við fiskakassum, sum fúka runt, er næstan vorðið ein klassikari, tá veðrið er ringt, heldur vakthavandi fyri.
Hóast fiskakassar kunnu gera skaða, tá teir fúka runt, so var tað munandi ógvusligari, tá ein gomul húsagrund koppaði í Vági.
– Ein tveir til tríggjar metur høgur betongveggur koppaði oman yvir fimm seyðir, sum lógu og krokaðu, sigur løgreglan í Suðuroy í morgun, ið annars ikki hevur fingið tær nógvu fráboðanirnar um skaðar.