Ódnarveðrið eisini ógvusligt í Víkarbyrgi

Tað gekk ein vika, áðrenn kavin varð grivin á koyrivegnum til Víkarbyrgis, og tá sást, at ódnarveðrið eisini rakti meint har Ódnarveðrið fyri hálvari aðru viku síðani rakti eisini meint í Víkarbyrgi. Har býr ikki fólk longur, men tað eru tey, ið halda nógv av at koma har regluliga og húsast í nakrar dagar.

Ein av hesum, ið plagar at koma í eitt av fáu húsunum í Víkarbyrgi, vidi til endans hava kavan grivnan burtur, ið fjaldi koyrivegin til Víkarbyrgis.

Tá fólk góða viku eftir ódnarveðrið sluppu til Víkarbyrgis sást, at ódnin hevði rakt meint har eisini, eins og so manga aðrastaðni.

Brimið hevur staðið langt niðan í bøin. Ein rætt, ið er 27 ára gomul, er púra skolað burtur av brimi. Jarnstengurnar, ið festu rættina, liggja bendar fram eftir jørð.

Ett gróthús, ið stendur niðarliga, hevur fingið veggin, ið vendir móti havinum, kroystan nakað væl inn. Húsið hevur staðið í 150 ár, og stóð eisni í mong ár, innan verjugarður varð gjørdur í Víkarbyrgi.

Aliútgerð, sum ikki er í nýtslu, men sum enn er á staðnum, hevur fingið stóran skaða. Alikør eru í knúsi, eins og rør og káplar eru slongd ymsar vegir. Menn vita ikki um, at ódn hevur rakt so meint á staðnum fyrr.