Tað verður nógvur vindur í dag, við ódnarstyrki í hvirvlum. Summa staðni er longu heilt nógvu vindur. Á Gjáarskarði er upp í 30 m/s og á Norðradalsskarði er upp í 35 m/s.
Tað verður upp í storm í dag, 23 m/s av vestri og útsynningi, í hvirvlum upp í 34 m/s. Tað verður samdrigið og ælaveður, sum seinni slítur í og tað klárnar.
Í nátt snarar hann í ein útnyrðing og vindurin minkar niður í 13-18 m/s.
Hitin alt døgnið fer at liggja millum trý og seks stig.