Kári Johannesen, fyrrverandi borgarstjóri í fyrrverandi kommununi Skála Kommunu, hevur keypt ein bát úr USA. Talan er um eina rættiliga luksusyacht. Hann hevur keypt bátin á uppboðssølu á alnetinum.
Báturin var sokkin í ódnini Ritu. Áðrenn tað hevði hann longu verið ígjøgnum eina meira kenda ódn, sum kallast Katrina. Hana yvirlivdi báturin, men til tað seinnu hekk hann uppi í trossum yvir ein bátahyl. Trossarnir slitnaðu, og báturin fór við afturpartinum fyrst niður í sjógvin og sakk. Síðani er báturin fingin upp aftur, men hann hevur fingið skaða.
Kári ætlar sær sjálvur at umvæla bátin:
- Eg havi fulltíðarstarv, og tí eru tað bara onkrar løtur, eg fái tíð til at putlast í bátinum. Eg ætli mær, at hann skal sigla næsta summar. Skaðarnir uttan verða lætt ordnaðir, men mestsum alt innan skal skiftast út, sigur Kári.
Báturin er sera stórur, og tá ið alt innbúgvið er komið inn í hann aftur, er talan um ein rættiligan luksusbát. Hann hevur tvey stór WC við brúsu, tvey kømur og tvær stovur. Umframt tað hevur hann airconditión, vatnkølara, køliskáp, frystiboks, fleiri sjónvørp og mangt annað. Tann eina stovan er sera stór, og ein flott hjørnasofa skal standa í einum hjørni.
Kári sigur, at tað var av handilsligum orsøkum, at hann keypti bátin:
- Eg fekk bátin fyri ein góðan prís. Hesin hevði kostað fleiri milliónir sum nýggjur. Eg ætli mær at leiga hann út til fiskitúrar. Eg veit, at tað eru nógv ferðafólk, sum fegin vilja gjalda nógvar pengar fyri at sleppa ein túr við einum tílíkum báti. Á tann hátt ætli eg mær at vinna peningin inn aftur, sigur Kári.
Kári er sera glaður um at hava fingið bátin heim, men tað var ikki lætt at fáa bátin fluttan úr USA til Føroya.
- Tað vóru ymiskir trupulleikar við flutninginum. Eg keypti bátin longu í februar, men nústani havi eg fingið hann til Føroya. Hann skuldi koyrast langt í USA, og so fekk eg hann til Týsklands. Har stóð hann í hálvan annan mánað, og síðani fluttu teir hann til Svøríkis. Tá leigaði eg eitt skip yvir eftir honum, og langt um leingi er hann her, sigur Kári.
Nú stendur báturin á landi við bátahylin á Skála, har ið Kári arbeiðir við bátin.
- Tað koma allatíðina fólk framvið, sum vilja síggja bátin. Tað hevur verið sera stórur áhugi, sigur Kári.
Um umleið eitt ár kunnu føroyingar vænta sær at síggja eina luksusyacht á teimum føroysku firðunum. Helst verða tað ríkir útlendingar, sum koma at nýta bátin mest.









