Ídnaðurin rýmir úr Noregi

Seinastu sjey vikurnar hava 46 norskar fyritøkur koyrt arbeiðsfólk til hús ella boðað frá uppsagnum. Samstundis umhugsa fleiri hundrað fyritøkur at flyta av landinum

Vinnulív
Týsdagin samtykti leiðslan á verksmiðjuni Hjellegjerde, sum ger innbúgv, at flyta ein stóran part av virkseminum til Litava og Teilands. Tað bar í sær, at 75 fólk á virkinum missa arbeiðið.
Men søgan um Hjellegjerde-verksmiðjuna og arbeiðsfólkið har er bert ein av mongum í Noregi í heyst. Frá viku 37 til viku 43 gjørdu 46 fyritøkur av at koyra arbeiðsfólk til hús ella at ávara tey um komandi uppsagnir. Boðini umfata 2.600 arbeiðsfólk.
Samstundis ljóðar, at fleiri hundrað norskar fyritøkur umhugsa at flyta elt sítt virksemi ella meginpartin av landinum.
Stjórin í felagnum hjá norsku tøknifyritøkunum, Knut E. Sunde, segði við blaðið VG mikudagin, at nógvar av teimum fyritøkunum, sum í løtuni umhugsa, hvat tær skulu gera, fara at taka avgerð fyri jól, og sjálvur roknar hann við, at politikararnir fara at fáa ein skelk, tá teir frætta úrslitið.
Fyri einum ári síðani vísti ein kanning, at 60 prosent av teimum fyritøkunum, sum hava meiri enn 50 fólk í arbeiði, vóru til reiðar at flyta av landinum, fall virðið á norsku krónuni ikki. Virðið er tvørturímóti hækkað síðani, og Knut E. Sunde sigur, at vandi er fyri einari sannari ídnaðaraldu av landinum næsta ár.
Í Útflutningsráðnum í Oslo ásanna tey, at støðan er álvarsssom. Har bera tey eisini ótta fyri, at avgerðirnar hjá fyritøkunum at flyta av landinum fara at raka útjaðaraøkini meinast, og at avgerðirnar fara at fáa óhepna ávirkan á aðrar fyritøkur í útjaðaranum.