DNA skal hjálpa løgregluni

Annika Olsen, landsstýriskvinna í lógarmálum, miðar ímóti at fáa eitt uppskot um DNA-profilar lagt fyri Tingið í hesari setuni, og kann hetta lógaruppskot koma í gildi komandi summar

Føroyar munnu eftirhondini vera einasta landið í vesturheiminum, at løgraglan ikki hevur møguleika at nýta DNA at hjálpa sær við í stríðnum móti kriminaliteti.
- Tað má sigast, at tað er ógvuliga óheppi, at løgreglan ikki kann nýta DNA í sínum arbeiði. Danmark fekk sína DNA-skrá í 2000, og er hetta ein týðandi liður hjá løgregluni at finna fram itl brotsmenn, sigur Annika Olsen.
DNA-profilar eru ein stór hjálp hjá løgregluni í málum sum eitt nú drápi, neyðtøku, siðamisnýtslu og harðskapi.
- Lógin var meiri ella minni klár at seta í gildi í vár, men ein dómur í Onglandi sáddei iva um donsku DNA-skránna. Hóast ein persónur varð fríkendur, var hansara DNA-profilur framvegis í skránni, og tað var mett at vera brot á mannarættindini, sigur Annika Olsen.
Ætlanin var tá at seta lógina í gildi kortini og so broyta hana, tá eitt endaligt úrslit fyrilá um donsku skipanina, men hetta mælti danska løgmálaráðið frá. Og tí er lógin um DNA-skráseting ikki komin í gildi í Føroyum enn.

Innanhýsis arbeiðsskrá
Nú verður so miðað eftir at fáa lagt lógina fyri Løgtingið í hesari tingsetuni, og tað skuldi so merkt, at lógin kann setast í gildi einaferð komandi summar.
- Tað eru greiðar reglur um, nær løgreglan kann gera brúk av DNA. Alt, sum verður savnað av einum ástaði – har eitt brotsverk er framt – kann verða nakkað fyri DNA, og tað verður ein sera stór hjálp hjá løgregluni, sigur Annika Olsen.
DNA kann vinnast úr eitt nú hári, negl ella blóði, og er munandi tryggari eyðmerking enn til dømis blóðroynd. Feilmarginan er eitt til fleiri milliónir.
Men fyri at kunna loyva DNA royndum er neyðugt at broyta rættargangslógina, so løgregluni verður loyvt at taka hesar DNA royndir.
- DNA’ið verður so goymt í einari skrá hjá løgregluni, og eingin óviðkomandi fær atgongd til skránna. Hon fer at virka sum ein innanhysis arbeiðsskrá hjá løgregluni, sigur Annika Olsen.
Lógvarbroytingin fer at lætta munandi um hjá løgregluni at staðfesta, um ein skuldsettur hevur verið á ástaðnum ella ikki, og harvið verður eisini munandi lættari at fella ella fríkenna ein mistonktan.