Matvørumyndugleikarnir í Danmark ætla nú at nýta DNA-royndir, um illgruni er um, at neyt, sum koma á sláturhúsini, kunnu hava neytaøði.
Sambært Jyllandspostinum eru myndugleikarnir farnir undir at taka DNA-royndir av heilavevnaði hjá eitt nú neytum, og hildið verður, at á hendan hátt fer tað at bera til at staðfesta samleikan hjá tí einstaka djórinum. Hevur eit djór neytaøði, verður tað eisini lættari at finna onnur djór, ið kunnu hava sjúkuna, siga matvørumyndugleikarnir. Djóralæknin Henrik Kreiner sigur við Jyllandspostin, at tann nýggja kanningin er ein fyrimunur, men loysir kortini ikki allar trupulleikarnar við neytaøði.
Higartil hava tólv tilburðir av neytaøði verið í Danmark. Harumframt er sjúkan staðfest hjá trimum djórum, sum hava verið send av landinum. Tann seinasti tilburðurin var í august í fjør, tá tað varð staðfest, at ein kúgv, sum var seld til Portugal, hevði neytaøði. Næstan 3.000 donsk neyt eru avlívað seinastu árini fyri at forða fyri neytaøði.