Ódnaðarveður rakar Nuuk og Paamiut

DMI væntar, at vindurin í hvirlunum kann koma heilt upp í einar 43 metrar um sekundið.

 

 

Um veðurforsagnirnar hjá DMI halda, kann roknast við rættiligum ódnaðarveðri í Nuuk og Paamiut í morgin. Útlitini eru nevniliga, at her verður stormur og hvirlur við orkanstyrki.

Sambært DMI øtlar hann veðrið í Nuuk longu tíðliga í morgin. Fyrst verður vindurin einar 22 metrar um sekundið, og út á seinnapartin verður miðal vindferðin einar 33 metrar um sekundið.

DMI væntar, at vindurin í hvirlunum kann koma heilt upp í einar 43 metrar um sekundið.

- Tað verður nógvur vindur í allan morgin, og millum klokkan 18 og 21 verður veðrið av tí ringasta, sigur Jesper Rosberg, veðurmaður hjá DMI, við Sermitsiaq.

Jesper Rosberg sigur, at ringa veðrið, sum er í væntu, stendst av einum djúpum lágtrýsti, sum eru á veg frá landnyrðingsstrondini í USA og kemur at raka útsynningsstrondina av Grønlandi í nátt.

Í nátt verður nógvur vindur í Paamiut, og millum klokkan 9 og 12 í morgin rakar ódnarveðrið Nuuk. - Tað verður eisini vindur í Maniitsoq og Diskovíkini, men lágtrýstið viknar nakað, og vindurin minkar aftur, sum lágtrýstið flytir seg, sigur Jesper Rosberg.