Ídnaðarskipini ikki innaftur á grunnin

- Vit fara ikki at mæla til, at ídnaðarskipini, sum veiða við botntroli, koma innaftur á grunnin sum áður, tí veiðitrýstið er ivaleysa stórt sum er, sigur leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu.

Fiskivinna

Í samrøðu við Sosialin herfyri, segði formaðurin í felagnum Nótaskip, Atli Hansen, at tað, sum í dag hendir við ídnaðarskipunum, sum veiða við botntroli, er, at hesi nú verða?slúsaði? innaftur á grunnin gjøgnum bakdyrnar.
Hesi skip hava sum er eina ávísa kvotu undir Føroyum, og í loyvinum hjá eitt nú Norðbúgvanum er greitt, at svartkjaftur, sum verður veiddur undir Føroyum, skal landast til matna.

Ikki innaftur
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupsstovu, heldur onga grund vera til at slúsa ídnaðarskipini innaftur á grunnin, sum formaðurin í Nótaskip heldur vera í umbúna.
- Vit fara so ikki at mæla til, at ídnaðarskipini koma innaftur á grunnin, tí eingin sum helst orsøk er til tess.Veiðitrýstið er ivaleysa stórt sum er, og skuldu skipini komið innaftur, hevði í minsta lagi verið neyðugt at broytt fiskidagaskipanina.
Hjalti vísir á, at ídnaðarskipini, sum veiddu hvítingsbróður og annan fisk undir Føroyum, landaðu hesa veiði til ídnað.
- Skipini vórðu keypt út av grunninum miðskeiðis í nítiárunum, og vit fara ikki at mæla til, at tey koma innaftur á grunnin, sigur hann.
Leiðarin á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at eitt nú hvítingsbróður og smáur svartkjaftur er føði hjá toski og upsa.
- Men eg ivist tó í, um henda veiða hevði nakran serligan týdning fyri vistskipanina, sigur hann.

Matfiskur helvtin av virðinum
Hjalti vísir á, at Fiskirannsóknarstovan gjørdi nakrar royndir við rist í trolinum hjá hesum skipum, og tað vísti seg, at til bar at síla ein fittan part av tí fiski útaftur, sum tú ikki vildi hava í trolið.
- Málið við hesum royndum var í fyrsta lagi at fáa hýsuna burtur úr veiðini, og hetta eydnaðist rættiliga væl. Men trupulleikin við veiðini var serliga hýsan, sum er størri enn hvítingsbróður, men kortini er ov lítil til at kryvja.
Leiðarin vísir á, at tað, sum hendi hjá ídnaðarskipunum, var, at helvtin av veiðivirðinum at enda fekst burtur úr matfiskinum, sum skipini fingu.
- Og tá er skjótt, at endamálið við ídnaðarveiðini dettur á gólvið, sigur Hjalti í Jákupsstovu.