Einar er sonur gamla Einar Waag og Annu Lenu f. Joensen úr Sørvági.
Studentur gjørdist hann í Høng í 1968 og leyk síðani útbúgvin sum bryggjmeistari í Munchen.
Longu í 1970 gjørdist Einar leiðari á Føroya Bjór bert 23 ára gamal . Í hansara leiðslutíð hevur bryggjaríið ment seg frá einum minni virki til í dag eitt nýmótans ídnaðarvirki.
Árið1980 fekk Føroya Bjør loyvi at bryggja Veðr og Gull, og er sølan økt munandi hesi árini. Ølið hevur roynt seg uttanlands og hevur fingið góð skotsmál.
Í 1974 giftist Einar við Elisu Holm úr Havn og eiga tey dóttrina Anniku.
Einar hevur verið valdur í ymsar nevndir m.a. í Føroya Ídnaðarfelag, Rógv, Føroyagrunnin og Smyril Line.
Dagurin verður hildin fyri viðskiftafólkum,starvsfeløgum,vinum og kenningum í Skálanum í Klaksvík fríggjadagin 2. februar millum kl. 17 – 20.