Ódn steðgar Real Madrid

Dysturin hjá Real Madrid í kvøld er útsettur

Real Madrid skuldi í kvøld spæla móti Celta Vigo, men dysturin er útsettur. Orsøkin er, at leikvøllurin hjá Celta Vigo hevur fingið so mikið av skaða, at býráðið metir ikki at tað er trygt at spæla dystin.

 

Tað hevur verið nógvur vindur í norðurvest partinum av Spania, har millum annað leikvøllurin hjá Celta Vigo liggur. Eisini dysturin millum Deportivo La Coruna og Real Betis, sum skuldi spælast fríggjakvøldið, bleiv útsettur.

 

Útsetingin hevur fingið øði í Alaves, sum mikukvøldið skal spæla móti Celta Vigo í seinna hálvfinlauni í steypakappingini. Felagið metir, at tað er órættvíst, um seinna hálvfinalan verður spælt komandi mikukvøld, tí so hava spælararnir hjá Celta Vigo longri hvílitíð undan dystinum.

 

Barcelona vann í gjár 3-0 á Atletic Bilbao. Real Madrid er eitt stig frammanfyri Barcelona í landskappingini, men hevur spælt tveir dystir færri. Sevilla hevur blandað seg í oddastríðnum, men hevur í tveimum dystum bara fingið eitt stig, og liggur nú tvey stig aftanfyri Barcelona.