Ódnin Dolly, sum herjar í Meksioflógvanum, kemur móti landi í kvøld. Vindferðin er upp ímóti 130 km/ tíman. Nógv túsund fólk eru flutt úr umráðinum, eisini eru fólk flutt av oljuborðipallum í Meksioflógvanum.
Dolly er næsta ódnin, sum ger um seg í Meksioflógvanum í ár. Veðurfólk meta, at ódnin kemur at landi, í Mexio og Texas, tíðliga í kvøld føroyska tíð.
Mynduleikarnir heita á fólk um at verða varin og tilbúgva seg til ódnina.
Veðurfólk vænta grimdarregn teir komandi dagarnar í Suður-Texas og landnorðingspartinum av Meksio.










