Tann tropiska ódnin Sandy gjørdi stóran skaða, tá hon herjaði Kuba í gjár. Myndugleikarnir siga, at 11 fólk doyðu, níggju teirra í býnum Santiago de Cuba, sum er tann næststørsti í landinum.
Níggju metrar høgar aldur skolaðu inn at landi, samstundis sum tað regnaði av grimd. Men tað var vindurin, sum gjørdi tann stóra skaðan. Sambært amerikonsku veðurstovuni var vindferðin upp í 48 metrar um sekundið.
Frammanundan hevði Sandy herjað Haiti, har 10 fólk doyðu. Á Jamaica kravdi ódnarveðrið eitt mannalív.
Sandy er nú við Bahamas og er á veg ímóti amerikonsku eysturstrondini, men sambært BBC viknar hon á vegnum.










