Eitt lágtrýst eystan fyri Føroyar fer í ein landnyrðing eystan, køld luft við ælum rekur inn yvir landið av vestri og útsynningi. Í nátt og í morgin fer eitt djúpt lágtrýst í ein landnyrðing norðan og leggur seg beint eystan fyri Ísland. Brúgvaløgini haðani føra til nógv regn og nógvan vind í Føroyum. Leygardagin fer djúpa lágtrýstið spakuliga í ein landnyrðing eystan og fyllist spakuliga. Sunnudagin fer eitt lágtrýst á veg í ein eystan beint yvir okkum ella tætt framvið okkum. Í næstu viku koma veik brúgvaløg móti Føroyum av vestri.
Veðrið í dag
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum, sum í kvøld lækkar í ein sunnan og makar eitt skifti. Samdrigið og regn ella vátaslettingsæl, í fjøllunum kavi. Hitin millum 2 og 6 stig. Í nátt hvassur vindur upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig.
Í morgin
Hvassur vindur upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s, við hørðum hvirlum. Sum frá líður snarar hann í ein útsynning. Fyrst skýggjað og regn, seinni sólglottar og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig. Í annaðkvøld og leygarnáttina hvassur vindur upp í storm av útsynningi og vestri, 15 til 23 m/s, eitt skifti upp í hvassan storm í støðum, 25 m/s, í hvirlunum upp í ódn, 30 til 35 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 1 og 4 stig.
Leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 20 m/s, við hørðum hvirlum, men spakuliga makar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 2 og 5 stig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, seinni av útnyrðingi. Samdrigið og ælaveður, lutvíst vátaslettingur ella heglingur. Hitin millum 1 og 6 stig.
Mánadagin
Hann makar vindin í lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, seinni gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 6 stig.
Týsdagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s, seinni av vestri og útnyrðingi. Sum frá líður skýggjað og eitt skifti regn, seinni klárar tó í. Hitin millum 4 og 8 stig.