Dmitrije Jankovic eisini til AB

Royndi verjuspælarin skal styrkja um verjupartin, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, sum av álvara tykist hava fingið lív í vónina, um at bjarga sær í bestu deildini eftir eina slaka byrjan.

 

37 ára gamli Dmitrije Jankovic, sum fyrr hevur spælt við VB/Sumba, TB og B36, kemur til landið í vikuni og verður tengdur at hópinum hjá AB fyri restina av kappingarárinum.

 

- Vit hava brúk fyri royndum á liðnum. Vit høvdu nógvar skaðar at byrja við og tað leggur trýst á teir ungu menninir. Tað vil eg ikki hava skal henda aftur, sigur Sámal Erik Hentze við portalin.

 

Í verjuni hevur Morten Overgaard gingið á odda við stýra, men hann verður at kalla lappaður saman til hvønn dyst og tí er ivasamt hvussu nógvar dystir hann heldur til í seinnu hálvu.

 

- Vit mugu hava ein verjuspælara, sum kann stýra um Morten Overgaard ikki heldur alt kappingarárið. Tað kann Dmitrije Jankovic, sigur Sámal Erik Hentze víðari.

 

Í gjár boðaði felagið frá, at Kári Nielsen verður ein partur av hópinum restina av kappingarárinum. Skopiningurin kemur til felagið frá HB har hann í ár hevur spælt við 1.deildarliðnum, ið liggur nummar eitt í 1.deild.

 

AB er sjey stig frá niðurflytingarstrikuni. Fríggjakvøldið tekur AB móti NSÍ á Argjum í seinasta umfarinum fyri summarsteðgin.

 

Mynd: Dmitrije Jankovic(t.v) í dysti fyri VB/Sumba, sum hann umboðaði í 2006 og 2007.