- Hernaðarligi stuðulin til Ukraina ger, at triði heimsbardagi kemur nærri.
Tað sigur næstovastin í russiska trygdarráðnum, Dmitrij Medvedev.
Og hetta hevur hann sagt nógvar ferðir áður.
Dmitrij Medvedev sigur, at lyftini á Nato-toppfundinum í Litava um fleiri vápn til Ukraina fara ikki at forða Russlandi í at røkka sínum málum í Ukraina.
- Fullkomiliga skeivi vesturheimurin kundi ikki funnið upp á annað. Hetta er ein blindur vegur.
Á sosiala miðlinum Telegram skrivar Dmitrij Medvedev, at triði heimsbardagi kemur nærri.
- Hvat merkir alt hetta? Tað er heilt upplagt. Hernaðarliga "spesialoperatiónin" kemur at halda fram við somu málum, skrivar hann.
Russland umrøður ikki sína krígsførslu í Ukraina sum kríggj, ei heldur sum innrás, men sum eina hernaðarliga "spesialoperatión".
Hetta er gamalt, men russisku útsagnirnar í so máta eru júst tær somu, sum tá landið leyp á Ukraina hin 24. februar í fjør.
Dmitrij Medvedev var russiskur forseti árini 2008 til 2012, og í dag er hann næstovastur í russiska trygdarráðnum.
Hann er kendur fyri at tala við stórum orðum, og ræðumyndin hjá honum er ein triði heimsbardagi.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.