Dmitrij Medvedev russiskur forseti

Dmitrij Medvedev vann sum væntað russiska forsetavalið í gjár Medvedev fekk sambært fyribilstølunum góð 67 prosent av atkvøðunum, og tað er á leið tað, sum meiningakanningar undan valinum vístu.

Næstur honum var Gennadij Sjuganov, sum fekk 19 prosent, og tann víðgongdi tjóðskaparmaðurin Vladimir Sjirinovskij fekk 10,5 prosent.

Valluttøkan á russiska forsetavalinum var um 70 prosent.

Dmitrij Medvedev tekur formliga við sum russiskur forseti tann 7. mai. Tá verður Vladimir Putin forsætistáðharri.